Ongi úrslit

JA-Liðið spælir undir til jólaborðhaldið

EpicLive
8. oktober kl. 19:30

Tað verður JA-Liðið - kanska Føroya besta veitslu orkestur - ið spælir á Føroya Størsta Jólaborðhaldi. 


Bæði í egnum líki og sum backingbólkur hjá solistum sum Niclas Hera, Jón úr Grandmas Basement, Árna Andreasen og øðrum, er JA-Liðið garantur fyri góðum veitslulagi.


Við kapellmeistarnum Henning Nicodemussen, ið tryggjar góða stevið, songkvinnunum Maluni Eyðunsdóttir og Lailu Carlsen, tølandi bassinum hjá Kristoffur Mørkøre, meistarliga tangentspælinum hjá Magna Husgaard og frálíka gittarspælinum hjá Jóhan Ziskason, eru vit í heilt tryggum hondum.

Føroya Størsta Jólaborðhald verður 29. november og longu nú er greitt, at RSP, Niclas Heri úr Dynamit, Árni Andreasen, Jón úr Grandmas Basement og Árni Andreasen eru við, og næstu tíðina verða onnur kunngjørd.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

18 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

23 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03