39 fólk eru særd eftir eitt iranskt rakettálop á suðurísraelska býin Dimona, og 30 onnur eru særd í Arad. Hettar upplýsir bjargingartænastan Magen David Adom.
Samstundis hevur Iran sambært ísraelska herinum IDF, fyri fyrstu ferð í stríðnum við USA og Ísrael brúkt eina rakett sum røkkur upp til 4.000 kilometrar.