Ongi úrslit

India fingið 150.000 skamtir úr Russlandi

India, sum í dag hevði meira enn 400.000 nýggjar smittutilburðir, hevur nú fingið 150.000 skamtir av russiska koppsetingarevninum Sputnik V.

Katrin Erlendsdóttir
1. mai 2021 kl. 18:41

Tað stendur einki til við koronu í India. Landið setti í dag eitt keðiligt met við meira enn 400.000 nýggjum tilburðum, og støðan er hættislig, upplýsir Reuters. Í roynd at bøta um støðuna hevur India tí fingið 150.000 skamtir av koppsetingarevninum Sputnik V úr Russlandi.

Deyðstølini í India øktust sera skjótt, tá annað umfar av koronu av álvara fór at gera um seg fyri einum mánaða síðani ella so. Ein av heilt stjóru avbjóðingunum í India er, at landið ikki hevur nóg mikið av sjúkrahúsplássum til tey mongu smittaðu, ið hava tørv á viðgerð.

Í mun til USA, Brasil og onnur eru almennu tølini á deyðum lutfalsliga lág í India. Men vit eru vís í, at stjórnin ikki upplýsir røttu tølinum á deyðum, siga íbúgvar í India við eitt nú BBC.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

Í gjár kl. 14:12

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

16. juli kl. 15:00

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04