Ongi úrslit

ÍF javnt við Mjølnir á toppinum eftir sigur á Fleyr

Flogbóltssamband Føroya
8. oktober kl. 21:00

Polestar-deildin:
Fleyr – ÍF 0-3 (21-25, 25-27, 21-25)

Við 3-0 sigri á Fleyr í gjárkvøldið legði ÍF upp til rættiligt toppbrak leygardagin, tá Mjølnir fer at vitja í Fuglafirði. Bæði eru púra jøvn í stigum og settmuni.

Hóast ÍF vann 3-0, so beit Fleyr væl frá sær og hevði eisini tríggjar settbóltar í øðrum setti, sum tó ikki vórðu gagnnýttur.

Í fyrsta setti gekk javnt á og liðini skiftust um at vera frammanfyri, og ongantíð vóru meira enn tvey á muni fyrr enn til allar síðst, tá ÍF fór frá 22-21 til at vinna settið 25-21 við smassji frá Vukasin Nedeljkovic og lobbi frá Hákuni Nón, áðrenn settbólturin varð vunnin í blokkinum við Rana Ákason og Hjørti Sólstein.

Annað sett var ikki minni spennandi. ÍF var fyri tað mesta undan, men Fleyr javnaði til 21-21 og fór síðan framum 24-22. ÍF hóraði tó undan og javnaði til 24-24 og vann settið 27-25 við smassji frá Hákuni Nón, eftir at Fleyr hevði havt sín triðja settbólt við støðuna 25-24.

Í triðja setti var ÍF fyri tað mesta frammanfyri; tó sjáldan við meira enn einum og tveimum stigum, og fleiri ferðir togaði Fleyr seg upp á javnt. Móti endanum dragnaði Fleyr tó nakað, og at enda vann ÍF 25-21, eftir at Fleyr hevði bart seg upp á 18-19.

Í kvøld kl. 19 spæla Mjølnir og Ternan í Klaksvík – áðrenn oddadystin í Fuglafirði leygardagin kl. 15.00

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46