Ongi úrslit

Í nátt var flogvøllurin í Aalborg aftur stongdur

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
26. sepember kl. 11:00

Luftrúmi yvir Aalborg  varð aftur stongt seint hósdagin, bert eitt samdøgur eftir at løgreglan í Norðurjútlandi boðaði frá, at átakið móti ókendum dronum í økinum var liðugt.

Umleið á mindátt, bleiv luftrúmið yvir Aalborg stongt, eftir at eitt løgreglufólk fekk eyga á eitt fyribrigdi, ið líktist eini dronu. Hetta váttar vaktleiðarin hjá løgregluni, Christian Tilsted.


Fleiri líknandi tilburðir í vikuni
Mikudagin og fram ósdagarmorgun varð flogferðslan í Aalborg eisini darvað av dronum, og luftrúmið var stongt í fleiri tímar. Løgreglan váttaði á tíðindafundi, at fleiri dronur við ljósum vórðu sæddar, og hesar líktust teimum, sum eisini vórðu eygleiddar yvir Kastrup fyrr í vikuni.

Líknandi fráboðanir eru komnar, bæði frá flogvøllinum í  Oslo  og kring Rønne  á Bornholm, har fólk hava sæð ljós og møguligar dronur. Eisini varð Billund Lufthavn rakt hósdagin, har luftrúmið í stutt tíð varð stongt orsakað av líknandi umstøðum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39