Í morgin, 26. desember, er 2. jóladagur. Í Bretlandi kallast hesin dagur Boxing Day. Hetta er ein dagur, har vanligt er at geva til tey minni hepnu. Navnið stavar helst frá gomlu siðvenjuni um at geva "jólakassar" - Christmas boxes - fyltar við pengum, mati ella gávum til tænarar, handilsfólk og fátøk. Hesir kassarnir vórðu ofta býttir út av arbeiðsgevarum ella kirkjum sum takksemi og stuðul í høgtíðini.
Her í Føroyum eru mong sum seta Boxing Day í samband við Premier League. Hendan siðvenjan byrjaði heilt afturi í 1860. Fólk høvdu frí um jólini, og vóru saman við familjuni, og gjørdist tað tí vælumtókt at hava fótbóltsdystir á Boxing Day. Hetta gjørdist eitt hæddarpunkt í fótbóltskalendaranum, og eru ofta fleiri spennandi dystir á skrá hendan dagin.
Premier League skráin fyri Boxing Day í morgin er hendan:
Kl. 12.30
Manchester City - Everton
Kl. 15.00
Bournemouth - Crystal Palace
Chelsea - Fulham
Newcastle - Aston Villa
Nottingham Forest - Tottenham
Southampton - West Ham
Kl. 17.30
Wolverhampton - Manchester United
Kl. 20.00
Liverpool - Leicester