Ongi úrslit

Í kvøld var talan um harða lending

U-21 landsliðið legði rygg til stórtap í Klaksvík ímóti fronsku stjørnunum

Jóannes Hansen
10. oktober kl. 19:53

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá U-21 landsliðnum, sum í trimum teimum fyrstu dystunum í hesi undankappingini vann fulla úrtøku.

Í kvøld gekk tað heilt øðrvísi hjá Ólavi Mikkelsen og hansara monnum.

Frakland var mótstøðuliðið í Klaksvík, og fronsku stjørnurnar eru á veg til hús við 6-0 sigri eftir hálvleiksstøðuna 3-0.

Føroyar høvdu stóran møguleika at minka um munin til 2-1, tá ið Jóhan Josephsen tiltuskaði føroyska liðnum brotsspark. Tá var ein hálvur tími, og føroyski liðformaðurin Áki D. Samuelsen royndi seg úr ellivu metrum. Men franski málverjin Guillaume Restes, sum í heimligu kappingini verjir málið hjá Toulouse, bjargaði.

Vøllurin var rættiliga vátur, og tað var eitt lot, men tað sá ikki út til at órógva spælið.

Fleiri av fronsku spælarunum umboða umframt feløg í hestu heimligu kappingini eisini feløg í bestu eingilsku deildini. Eitt nú Mathys Tel, sum spælir við Tottenham. Hann umsetti sjey minuttir undan steðginum brotsspark til 3-0, og tá ið seinni hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 6-0.

Hetta var fyrsti dysturin í hesi kappingini hjá Fraklandi. Mánadagin fær Frakland vitjan av Estlandi, og týsdagin fáa Føroyar vitjan av Sveis. Tann dysturin verður á Tórsvølli.

 

Føroyar – Frakland 0-6 (0-3)

0-1: Wilson Odobert  13.

0-2: Dayann Methalie 22.

0-3: Mathys Tel br 38.

0-4: Jean-Matteo Bahoya 51.

0-5:  Dayann Methalie 57.

0-6: Ayyoub Bouaddi 67.

Dómari úr Finnlandi: Peiman Simani

Føroyar: Hans Jákup Arngrímsson – Hanus Højgaard (Bjarti Thorleifsson, 71.), Ejvind R. Mouritsen, Ingi Arngrímsson, Jákup N. Vilhelmsen, Virgar Jónsson (Dávid B. Andreasen, 86.) – Heini F. Sørensen (Aron Reinert Hansen, 86.), Mattias Hellisda (Jógvan K. Gullfoss, 61.) Árni Nóa Atlason, Áki D. Samuelsen – Jóhan Josephsen (Dávid Reynheim, 61.)

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

14 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00