Ongi úrslit

Í heyst byrjar eitt nýtt frítíðartilboð fyri børnum í 4. til 6. flokki.

Jóhanna Højgaard
15. august kl. 18:00

Eftir heystfrítíðina og eina ferð um vikuna í sjey vikur fram verður vísindaklubbur á Glasi í evnafrøði.

Vísindaklubbin er eitt samstarv millum Glasir og Videnskabsklubben í Danmark. Videnskabsklubben hevur nøkur ár á baki sum frítíðarítriv hjá donskum børnum.

Endamálið við vísindaklubbanum er at fremja áhuga og forstáilsi fyri náttúruvísund hjá børnum og ungum við stuttligum, samansjóðandi aktivitetum.

Vísindaklubbin er sum nevnt í fyrstu atløgu í evnafrøði. Vónin er at hava onnur náttúrufak komandi ár, t.d. alisfrøði, lívfrøði ella landafrøði.

Klubbin er fyri børn í 4. til 6. flokki, og tað er avmarkað atgongd. Pláss er fyri 12 børnum í klubbanum.

Kunning og leinki til tilmelding kemur á glasir.fo seinni í august. Videnskabsklubben stendur fyri tilmelding og samskifti um hetta.

Undirvísarar á vísindaklubbanum á Glasi verða fýra av okkara miðnámsnæmingum. Tey eru frá vinstru á myndini niðanfyri:

Tóri Zachariasen

Silja Heinesen

Sigvaldur Bláberg

Lucia Sødergren

Hesi 4 fara í næstum á skeið hjá Videnskabsklubben fyri at førleikamenna seg til at leiða vísindaklubban í evnafrøði á Glasi.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

7 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10