Ongi úrslit

Í dag fer U-15 landsliðið til Albania

Teir tríggir dystirnir í menningarkappingini vera ímóti Albania, San Marino og Bosnia-Hersigovina

FSF/Hans Erik Danielsen
21. oktober 2024 kl. 06:28

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar til UEFA menningarkappingina, sum verður í Albania í næstu viku. Mótstøðulondini vera Albania, San Marino og Bosnia-Hersigovina.

Tríggir dystir eru á skránni, tá U15-landsliðið við dreingjum mánamorgunin fer avstað til Tirana í Albania, har UEFA menningarkapping er á skránni næstu dagarnar.

Umframt Føroyar og vertslandið, vera San Marino og Bosnia-Hersigovina eisini við í kappingini.

Jógvan Martin Olsen er venjari hjá U15 dreingjunum, og saman við hjálparvenjaranum, Jens Eriki Rasmussen, hevur hann úttikið 18 spælarar til kappingina.

Hesaferð eru B36 og Víkingur best umboðað á U15-landsliðnum við dreingjum við ávikavist fimm og fýra spælarum. Tríggir eru úr KÍ, tveir úr EB/Streymi, meðan 07 Vestur, HB, Skála, umframt Hvidovre IF úr Danmark hava ein spælara í hópinum.

Hópurin
Sámal Nolsøe, 07 Vestur
Carl Christian Codron, B36
Tóki Bárðarson Dahl, B36
Mattias Høgnason Viderø, B36
Sveinur Høgnason Vesturdal, B36
Filip Bendix Laursen, B36
Ísak Peturson Olsen, EB/Streymur
Marius Jónsson, EB/Streymur
Jónas Fossabrúgv, HB
William Hansen, Hvidovre IF (Danmark)
Emil Poulsson Linklett, KÍ
Andrew Poulsen, KÍ
Markus í Mittúni, KÍ
Elias Justinus Begerau, Skála
Rósing Sverrason Toyt, Víkingur
Pætur Sigurdsson Højgaard, Víkingur
Emil Ludvig, Víkingur
Boas á Reynatrøð, Víkingur

Dystaskráin
Mikudagin 23. okt. Albania – Føroyar
Fríggjadagin 25. okt. Bosnia-Hersigovina – Føroyar
Mánadagin 28. okt. Føroyar – San Marino

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

Í gjár kl. 18:25

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

Í gjár kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

Í gjár kl. 09:30

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

7. juli kl. 13:00