-Gjáradagurin var ein marathon dagur inn og út úr bumbuskíli. Orðini eigur føroyska Bjørtfríð Shamesh, sum býr í Tel Aviv og sum vit eisini tosaðu við í fjør tá seinasta kríggjið leikaði á, og fleiri álop vóru á býin.
Tað hoyrist, at ein dagligdagur har tey mugu í bumbuskýli í tíð og ótíð, er vorðið rættuliga vanligt fyri hana og familjuna.
Bjørtfríð greiður frá, at í gjárkvøldið slerdi eitt ballistic-missil niður í Tel-Aviv, har 22 persónar vóru løstaði og ein kvinna doyði.
Annars hava tey havt eina friðarliga nátt, har tey bert vóru vakt einaferð av kríggs-lúrinum.
-Í morgun byrjaði lúrurin aftur at ýla umleið um seks-tíðina, so maratonnið er byrjað aftur, sigur Bjørtfríð og heldur fram:
-Annars haldi eg, at vit eru pura klár og væl garvaði frá síðsta kríggji, alt gongur bara. Øll vita hvat og hvussu ein skal fyrihalda seg, vit vóru í somu støðu fyri ikki so langari tíð síðani, minnini sita fast…
Annars vera vit mint á regluliga, ígjøgnum útvarp og sjónvarp, hvussu ein skal fyrihalda seg í kríggsstøðu.
Áminning um, at Iran er við at loysa eina rakett, og tað tekur 10 min. til Bjørtfríð og familjan skullu vera í bumbuskýli.