Ongi úrslit

Hvussu ávirka broytingar í náttúru og geopolitikki lívskorini?

Granskingarráðið skipar fyri ráðstevnu á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn tann 4. desember

gransking.fo
11. oktober kl. 11:09

Granskingarráðið skipar fyri ráðstevnu undir heitinum Changing Currents - Understanding the ForcHes That Shape Our Region, á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn tann 4. desember 2025. Endamálið við tiltakinum er at varpa ljós á týdningin av vísindum í Norðuratlantshavi og Arktis.

Málið er at savna granskarar, politiskar myndugleikar og onnur, sum arbeiða við evnum, ið hava samband við norðaru økini, og við hvussu broytingar í náttúru og geopolitikki ávirka lívskorini hjá fólki, ið búgva her.

Serligur dentur verður lagdur á samstarv millum stovnar í Grønlandi, Føroyum og Danmark. Grannalondini verða eisini umboðað.

Skráin fevnir um framløgur, kjak og framsýningar um náttúru og fólk í Norðuratlantshavi og Arktis, við serligum atliti at veðurlagsbroytingum og geopolitisku støðuni. Sí alla skránna her.

Ráðstevnan verður fyriskipað sum tiltak á staðnum - tað verður ikki stroymt -  og er ókeypis. Hon er fyrst og fremst ætlað granskarum, stuðulsveitarum og politiskum myndugleikum, men øll eru vælkomin. Plássið er avmarkað til í mesta lagi 100 luttakarar.

Latið er upp fyri tilmelding til ráðstevnuna á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn her.

Seinasta freist at skráseta luttøkuna er 20. november.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

23 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39