Ongi úrslit

Hvør er Ársins Fyrstuhjálpari 2025?

Reyði Krossur
9 tímar síðan

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir uppskotum at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2025.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.

Eins og seinasta ár, fara vit eisini at lata Ársins Barnaheiður, ið verður latin børnum fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

Reyði Krossur ynskir at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Øll kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av dómsnevnd í fyrstuhjálpini hjá Reyða Krossi.

Uppskot kunnu sendast til Reyða kross á frymlinum á heimasíðuni: https://redcross.fo/tilnevning/, á telduposti: [email protected] ella sum vanligur postur til Stiðjagøtu 6, 100 Tórshavn.

Freistin at senda inn uppskot fyri 2025 er 4. februar 2026, kl. 14.00.

Reyði Krossur Føroya

Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

17 tímar síðan

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15

Jóannes nærkast nýggjum sáttmála

19. januar kl. 15:46