Ongi úrslit

Hvør eigur fólkaræðið í Føroyum...?...

Carl Johan Jensen
24. august kl. 12:31

…hmm…russiski sendiharrin við Oyrasund…onkur Barbin…gjørdi í fyrradagin bart í samrøðu við danska ríkisútvarpið… hótti við at fiskiveiðiavtalan við Føroyar kundi verða avsøgd, fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, undirtøku í tinginum fyri eini lógarheimild, ið ger tað møguligt at banna skipum undir illgruna fyri njósning at koma í føroyskan sjógv…eitt nú tað ofta nevnda skipið Melkart 2 hjá Murman Seafood…

…ja, nú rekur hart á kíkin…

…í Vestmanna lá sambandsformaðurin…seinast ið frættist… og kreyp undir feldi sum Torgeir…ljósvetningagotið…á sinni, tá stríðst var um kristnitøkuna á íslendska altinginum summarið níggjuhundrað og níggju og hálvfems…

…norðuri í Klaksvík afturímóti eru menn brattari…ið hvussu er JFK-stjórin…ikki áneyðir til annað helt Norðlýsið sjómannadagsaftan og skrivaði, at stjórin…eins og de Gaulle tann tíð tað var…er bæði ting og landstýri…uttan stjóran var demokratiið í Føroyum dovnað burtur… íðan mettaði stjórin ikki færri enn átta túsund við fiski og kipsi á Kósini…so tað er so rímiligt…hvat tá… at hann sleppur at hava fiskiveiðiavtalu við kremlingar…sama við hvussu blóðutari hond, teir so skriva undir…

…nei, líka veit eg…men soleiðis limraði íspegilin sær, at veljarar ymsastaðni mundu hugsa í gjár…sjómannadagin…:…

O, Hanus vár Harri og sæla

Hoyr, hvat vit lágu nú tala,

Tú klaksvíkar putin,

Stíg knáur í skutin

Og knúska hvønn havnarskings hala,

Ja, knúska hvønn havnarskingshala,

Teir hanar á setrinum gala,

Tú vís oss nú vegin

Ver oss tann gleðin

At vita at vald er tín tala

At vita at vald er tín tala,

Várar sorgir um ævir skal fjala,

Tú ert fólkaræðið

Tú eingitni, frægi,

O, Hanus vár Harri og sæla.

…sæl eru tey, sum síðst vilja vita…

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10