Miðflokkurin leggur áherðslu á, at tað framhaldandi skal vera trygt at búgva í Føroyum. Grundsúlurnar undir kristna fólkaræðinum og føroysku mentanini, umframt trygg, føroysk virði, mugu styrkjast og verjast.
Bleytu virðini skulu uppraðfestast og neyðug fígging skal fylgja við. Við menniskjanum í miðdeplinum raðfesta vit m.a., at:
Barnafrádrátturin í landsskattinum hækkar stigvíst eftir barnatalinum
Seta á stovn uppsparing til bústað fyri ung við skattafrádrátti
Fólkaskúlin skal hava betri karmar við eitt nú lægri næmingatali og eftirútbúgving av lærarunum
Umsorganararøkið verður endurskoðað við denti á at tiltrekkja fleiri starvsfólk, fakligheit, sálarliga arbeiðsumhvørvinum, arbeiðsuppgávum og -korum, og við endamálinum at fáa innaftur virðing fyri økinum, eisini við atliti til javnstøðu
Umráðandi er, at hava fjølbroyttar útbúgvingarmøguleikar her heima, so fleiri ung velja at útbúgva seg í Føroyum. Eru tey farin uttanlands er umráðandi, at gera tað høgligari hjá teimum at flyta heimaftur eftir loknan lestur. Hin einamest grundleggjandi fortreytin fyri hesum er, at betra um møguleikan at seta føtur undir egið borð, umframt livikostnaðurin.
Hvussu skal hetta so fíggjast? Eitt og hvørt húsarhald má hava javnvág millum inntøkur og útreiðslur, hetta sama er galdandi landsbúskaparliga. Vilt tú eggja fólki at arbeiða meira, má tað loysa seg at taka eyka tøk. Landsbúskapur snýr seg í grundini um at taka pening inn í form av skatti, útflutningi og tilfeingisgjaldi, sum verður brúktur at fíggja heilsuverk, skúlar, vegakervi og umsorganarøkið. Tað ræður um at halda javnvág og at leggja til síðis til íløgupartin.
Í Miðflokkinum halda vit ikki, at blokkstuðulin eigur at verða minkaður, áðrenn ein fíggjarlig uppgerð er gjørd við danir, um peningarenslið millum Føroyar og Danmark.
Vegskattur, sum tikin verður inn frá bileigarum, skal brúkast til at halda vegirnar í góðum standi. Rættast er, at leggja hendan skattin omaná brennievniskostnaðin.
Tað er ikki sjómaðurin, ið skal rinda tilfeingisgjald.
FAS skipanin eigur at verða endurskoðað við atliti til, at inntøkur koma Føroya landi og fólki til gagns, og ikki verða kanaliseraðar á útlendskar hendur.
Og lívið byrjar við gitnaði, tí eigur rætturin til lív at verða tryggjaður við lóg.
Anna Margretha Otthamar
Valevni fyri Miðflokkin