Vit liva í einari tíð við negativum arbeiðsloysi, og hettar fer einaferð at broytast. Vit hava nú í hópa tali av útlendskum arbeiðisfólki, og hesi taka familjur og børn við til Føroyar.
Tað er, og fer at verða ein stórur trupulleiki.
Lat heldur útlendsku arbeiðiskraftina koma her at arbeiða í nakrar mánaðar, og so heim aftur í feriu til sína familju. Soleiðis kann tað endurtaka seg, so leingi vit hava negativt arbeiðsloysi.
Vit mangla útlendska arbeiðskraft, vit mangla ikki útlendskar familjur.
Tí vil Sambandsflokkurin seta hesi tiltøkini í verk.
Einans loyva familjusamanføring eftir 3-ára búseting
Krevja reina revsiváttan frá teimum, sum arbeiða og flyta til Føroya
Krav um próvtøkur í føroyskum máli og mentan fyri varandi búseting
Útlendingar, sum fremja lógarbrot, skulu vísast av landinum
Útlendsk arbeiðsmegi skal arbeiða í minsta lagi 30 tímar um vikuna, fyri at føroyingar altíð standa fremst í røðini
X við lista B
X við Hans Kári Hansen