Ongi úrslit

Hvat er endaligi kostnaðurin á H-bygninginum?

Johan Dahl
10. oktober kl. 18:00

Í samband við allar seinkingarnar, sum hava verið við umvælingunum av H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum, hevur Johan Dahl sett landsstýriskvinnuni í heilsumálum ein skrivligan fyrispurning um hetta.

Spurningarnir eru fylgjandi: 

  1. Hvat er endaligi kostnaðurin av umvælingunum í H-bygninginum – og um hesin ikki er tøkur enn,  hvat er so mettur kostnaður?

  2. Er fígging tøk til umvælingarnar, sum skulu gerast?

  3. Kann nágreiniliga sigast, hvat er eftir at gera, og hvørt hetta arbeiðið fer í útboð ella verður gjørt upp á rokning? 

  4. Nær verður arbeiðið endaliga liðugt, og bygningurin fult nýtiligur?

Sum viðmerking til málið, sigur Johan Dahl:

Eg spurdi í august mánaði í ár um hetta sama málið (52-002/2025), men svarið metti eg ikki vera nøktandi. Serliga manglar at fáa greitt at vita, hvat kostnaðurin verður fyri hesar stóru umvælingar og útskiftingar av tí arbeiðinum av teimum manglum, sum skulu gerast. 

Eg vóni at fáa eitt neyvari og betri svar um kostnaðin og hvussu umfatandi arbeiðið er, sum er eftir at gera í H-bygninginum, og hvussu hetta væntast at ávirka komandi fíggjarlóg.

Tí er hesin spurningur settur.

-Johan Dahl

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

4 tímar síðan

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

Í gjár kl. 10:02