Ongi úrslit

Hvar er veruliga tjóðarsemjan?

Martin Drangberg, valevni fyri Sambandsflokkin
2 tímar síðan

Fimm flokkar siga seg hava gjørt eina sokallaða tjóðarsemju. Men spurningurin er einfaldur: Hvat inniber henda semjan í veruleikanum? Tað tykist sum, at eingin veruliga veit.

Ein tjóð er fólkið. Og fólkið hevur ikki fingið møguleika at taka støðu til nakað sum hetta. Tvørturímóti vísa kanningar, at ein stórur partur av fólkinum – heilt upp til 79% – ynskir at varðveita ríkisfelagsskapin við Danmark.

Kortini siga fimm flokkar seg vera samdar um eina tjóðarsemju. Men eru teir veruliga samdir? Summi tulka hetta sum eitt stig móti loysing, meðan onnur siga nakað heilt annað. Tað gevur eina ógreiða og mótsigandi mynd.

Hetta líkist meira einari roynd at forstýra og villleiða fólkið, heldur enn eini veruligari semju. Ein semja eigur at vera greið, opin og skiljandi – ikki fjald aftanfyri ógreið orð og ymiskar tulkingar.

Sambandsflokkurin er greiður í sínum máli. Vit vilja arbeiða fyri nýggjum og greiðum semjum innan ríkisfelagsskapin – tað vit kalla eitt Nýtt Samband. Tað skal byggja á opinleika, virðing og eina veruliga undirtøku frá fólkinum.


X við Martin Drangberg 

X við Sambandsflokkin


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34