Ongi úrslit

Hugurin at keypa bil er minkaður eitt sindur

Áki Bertholdsen
2. sepember 2025 kl. 15:09

Bilsølan í Føroyum svingar nokk so nógv - og hon er ein ábending um, hvørja vónir fólk hava til framtíðina.

Eftir at bilasølurnar hava havt góðar dagar nú í nakrar mánaðir, er framgongdin í bilasøluni nú aftur minkað eitt sindur.

Ein uppgerð frá Hagstovuni vísir, at fyrstu átta mánaðirnar í ár, eru 898 nýggir persónbilar seldir í Føroyum. Tað eru 73 bilar, ella 8,9 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Men verður august mánaði tikin fyri seg bilasølan í august heldur minni enn hon var í august í fjør.

Somuleiðis er talið á innfluttum, brúktum persónbilum, eisini fallið. Higartil í ár eru 99 innfluttir, brúktir bilar seldir í Føroyum og tað eru 38,1 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.  

Hendan gongdin, at framgongdin í bilasøluni ikki er so stór, samsvarar við tær kanningar, sum eru gjørdar.

Tær vísa nevniliga, at húsarhaldini meta búskaparstøðuna í Føroyum - og teirra egnu fíggjarstøðu - at fara at versna hetta næsta árið.

Sostatt eru tað færri, sum vænta at, at tey fara undir nakra stóra útreiðslu næsta ár, eitt nú at gera ábøtur á bústaðin - ella at keypa bil.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

Í gjár kl. 19:39

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

16 tímar síðan

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9 tímar síðan