Ongi úrslit

Høvdu bara eina ferð brúk fyri løgregluni á Summarfestivalinum

Tað var stak friðarligt á ársins fyrsta summarfestival-kvøldi
Áki Bertholdsen
8. august kl. 07:51

Ársins summarfestivalur varð skotin ígongd í gjár, men løgreglan sigur, at har hevur verið rættiliga friðarligt.

Bara eina ferð var neyðugt hjá løgregluna at leggja upp í. Tað var tá ið tvey fólk komu til ilnar, men tað eydnaðist at tosa tey til sættis so at tet fóru í hvør sína ætt, áðrenn tað varð áfast.

Kanska hjálpti tað, at vandi er fyri, at fólk, sum ikki uppføra seg ordiligt, kunnu verða burturvíst av festivaløkinum, og missa atgongumerkið.

Annars varð ein bilførari meldaður fyri at koyra við kenning í Klaksvík í nátt. Fólk meldaðu, at hann var farin av einum bústaði eitt ørindi við bili, hóast hann hevði drukkið.

Men tá ið hann so kom aftur, stóð løgreglan fyri honum, og so varð hann tikin og blóðroynd varð tikin av honum fyri at staðfesta promilluna. Og so verður tað málið viðgjørt eftir vanligari mannagongd.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

Í gjár kl. 07:59

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

19 tímar síðan

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

Í gjár kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41