Ongi úrslit

Hon hevur mist vónina um at fáa kommunurnar í Suðuroy at samstarva

Tað er bara eitt einasta sjálvboðið samstarv ímillum allar kommunurnar í Suðuroynni

Anita Vibergsdóttir hevur mist alla vón um semju
Áki Bertholdsen
4. juni kl. 11:30

Eftir at hava sitið í býráðnum í 12 ár, havi eg mist alla vón um, at tað skal eydnast at fáa allar kommunurnar í Suðuroynni at samstarva á hesum øki.

Tað sigur Anita Vibergsdóttur, býráðslimur á Tvøroyri, og eisini varaborgarstjóri. Og tað sigur hon í sambandi við at Tvøroyrar býráð hevur samtykt at arbeiða við eini ætlan um at byggja eina heilsumiðstøð fyri alla Syðuroynna.

Heilsumistøðin skal vera ein læknamiðstøð við viðtaluhølum til fimm kommunulæknar, men afturat tí er ætlanin at útvega umstøður til aðrar heilsutænastur.

Sum vit skrivaðu í grein beint í áðni, vilja læknarnir hava, at tað verður ein felags kommunulæknamiðstøð fyri alla Suðuroynna.

Les meiri um tað her: https://dimma.fo/grein/laeknar-vilja-hava-felags-laeknamidstod-fyri-alla-suduroynna

Tá ið hetta er ynskið hjá læknunum, undrast býráðslimir á Tvøroyri á, at Løgtingið kortini hevur samtykt, at tað skulu vera tvær heilsumiðstøðir í Suðuroy.

Samstundis hevur eisini Vágs Býráð kunngjørt, at heilsumiðstøðin í Vági skal byggjast út fyri at gera umstøður til at kunna veita fleiri heilsutænur og fyri at nøkta framtíðartørvin á heilsutænastum.

Sostatt arbeiða bæði Vágs Býráð, og Tvøroyrar Býráð, hvør í sínum lagi, við ætlanum um at byggja heilsuøkið út.

– Tað er merkiligt at Løgtingið samtykkir, at tað kunnu vera tvær heilsumiðstøðir í Suðuroynni tá ið tað gongur beint ímóti ynskjunum hjá læknunum, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri.

Men hann staðfesti eisini turrisliga, at tað er bara eitt einasta sjálvboðið samstarv ímillum allar kommunurnar í Suðuroynni - og tað er samstarvið um líkbilin.

Alt annað samstarv, eldraøkið, barnaverndin, og annað, er álagt kommunum við lóg.

Annita Vibergsdóttir sigur, at hon hvakk við, tá ið Løgtingið samtykti, at tað skulu verða tvær heilsumiðstøðir í Suðuroy.

Men hon staðfesti samstundis, at eftir 12 ár í býráðnum hevur hon mist vónina um, at kommunurnar í Suðuroy finna semju um hetta málið.

Tí tekur hon undir við, at Tvøroyrar Býráð arbeiðir víðari við ætlanini um at byggja eina heilsumiðstøð á Tvøroyri, har kommunulæknarnir eru í einum parti av bygninginum, og at umstøður verða gjørdar til aðrar heilsutænastur í øðrum pørtum á bygninginum.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

6. juni kl. 20:40

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

Í gjár kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

Í gjár kl. 15:00