Ongi úrslit

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

Áki Bertholdsen
8. juni 2025 kl. 08:30

Tíðliga í gjáramorgunin var eitt heilt óvanliga groft æl í Hovi - og tað elvdi til stór skriðulop fleiri staðni í bygdini. Í bygdini varð ein á so stór, at hon leyp og sum tað sæst á myndunum, var nógv mold og nógvir smásteinar á tí eina vegastrekkinum. Og í einum húsum varð septiktangin tikin oman ímóti nøkrum spælihúsum, sum standa í bygdini

Inni í dalinum leyp ein stór skriða, heilt undan vegnum og oman á sjógv. Hetta er eitt strekki, har hovbingar plaga at reka, men nú mugu teir helst finna sær eina aðra leið, tí handan vegin ber neyvan til at reka seyð longur.

Her eru nakrar myndir av støðuni í Hovi í gjáramorgunin.

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

Í gjár kl. 11:02

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

1. apríl kl. 10:42

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Fer illa við manni sínum

Í gjár kl. 18:12