Ongi úrslit

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
21 tímar síðan

Prinsessa Josephine, er komin til Føroyar saman við Fríðriki kongi og Mary drotning, men hennara ferð sær nakað øðrvísi út enn teirra.

Tað kom óvart á, tá prinsessa Josephine brádliga sást í Føroyum.

Tað hevur leingi verið alment, at Mary drotning og Fríðrikur kongur skuldu vitja í Føroyum frá mikudegnum til fríggjadag í hesi vikuni, men eykagesturin hevur verið ein loyna til nú.

Knappliga kom hon fram á nøkrum vøkrum myndum mitt í føroysku náttúruni.

Hóast prinsessan hevur ferðast saman við foreldrum sínum, er skráin hjá henni eitt sindur øðrvísi.

Prisessa Josephine luttekur ikki í almennu skránni, men hon kann møta upp til tað sum henni ynskir.

Hetta fer at gera tað møguligt hjá nøkrum føroyingum at fáa eyga á prinsessuna á almennu tiltøkunum

Almenna skráin byrjar ikki fyrr enn mikudagin, men kongshjúnini valdi at koma í dag, so tey kundu njóta ein dag í vøkru náttúruni.

Komandi dagarnar fara kongshjúnini, og kanska Josephine, at vitja náttúruøki, men eisini skúla og røktarheim.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

19 tímar síðan

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

9. mars kl. 10:16