Tung vóru boðini, nú tað frættist at enn ein býðarmynd, var farin um sýn.
Hesuferð vóru boð eftir Einar Skaalum í Vági. Einar var sonur Ebbu og Bjarna Skaalum í Vági. Einar bleiv 76 ár, nú hann fór.
Okur hava øll, kent Einar. Eitt skrín av aðrari verð. Blíður og fyrikomandi altíð. Seinastu ferð eg koyrdi hann út í Toftalíð var nok í apríl í ár.
Sigast skal, at bæði foreldrini hjá mær kendu væl Einar eins eg sjálvur. Einar vaks upp í grannalagnum úti í Toftalíð, har langomman, mamma og pabba búði, fyrst í sekstiárinum. Inntil húsini brendi í grund í 1965.
Eg fortaldi mammu mínari um sorgarboðini, at nú var Einar Skaalum farin.
Hon svaraði beinavegin við keddari rødd, frá seingarstokkinum " Meinar tú tað Levi, so komu tár um Einar ". So legði hon atrat, eitt sovorið vælsiganð menniskja skal ein leita leingið eftir.
Síðani var práta um leyst og fast úti í Toftalíð. Um blíðskap og vinarlag gjøgnum nógv ár. Um Einar, systkin og foreldur.
Hon kom síðani inn á Einar sum tannáring, har hann kom nógv inn á gátt í Toftalíð, har grannaløgini øll vóru hvørjum nær.
Hon kom eisini inn á, at Einar altíð kom inn til konditaríði hjá Adolf. Har hon, ella Hjørdis omman ella Saloma tóku ímóti hesum fyrikomandi unglingi. Sum altíð gav ein smíl frá sær.
Eg sjálvur havi kent Einar alt mítt lív, okur prátaði um alt, tá okur møttust.
Serliga gekk prátið um um tónleik og um LP plátur, sum okur høvdu til felags, saman við beiggja mínum Jens.
Einar var ein glaður persónur og sum nevnt ein býðarmynd, sum øll elskaðu her í bygdini, kanska tí hann elskaði øll sjálvur og gjørdi ikki mun á fólkum.
Eg arbeitti eisini saman við Einar á fiskavirkinum Polarfrost í Vági. Har var hann eisini sera avhildin sum persónur og raskur.
Einar dugdi at spældi uppá guitar og var eisini DJ í eitt mannaminni. Har hann m.a legði plátur á rundt um í Føroyum og okur í Vági minnast á góðar løtur m.a í klubbanum. Har hann fekk øll at svinga.
Sum nevnt elskaði hann tónleik og gleddist yvir, at eitt nú Dansibandsfestival og Ljósfest vóru í bygdini og hann sá fram til hesu tiltøk sum eitt barn. Tú verður nógv saknaður vinurin hjá okkum øllum.
Við samkenslu og má Harrin styrkja tykkum sum eftir sita.
Hvíl í friði góði vinurin og okur síggjast ein dag
Levi Mørk
Mynd: Einar spælir undir til familjuveitslu hjá okkum Hovgaard/ Ryggshamar ættini fyrst í 90 unum.Minningarorð um Einar Skaalum
Einar er farin.