Ongi úrslit

Hóast stórtap so kunnu tær vera stoltar

Eyðvør Jakobsen venjari hjá U17 kvinnum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
7. mai kl. 21:45

Hóast úrslitið ikki var til teirra fyrimun, kunnu U17 genturnar vera bæði nøgdar og stoltar av avrikinum, tær vístu í dagsins dysti. Venjarin staðfestir, at hóast úrsliti ikki var pent, so gjørdu tær tað, tær megna – og tað er tað, ið telur.

Mótsstøðuliðið var bæði skjótt og tekniskt væl fyri, og tað gav føroyska liðnum stórar avbjóðingar. Tað var nógv arbeiði í verjupartinum, har genturnar ofta máttu renna aftaná og royna at steðga álopunum. Tó eydnaðist tað fleiri ferðir at vinna bóltin og skjótt fara í mótálop. Í einum tíðarskeiði miðskeiðis í fyrra hálvleiki – skaptu tær heili tríggjar góðar málmøguleikar, øll innan 15 minuttir. Hetta vísir, at hóast mótstøðuliðið var sterkt, so hava føroysku genturnar leikarar, ið kunnu hótta við ferð og skapanarevnum.

Eyðvør Jakobsen leggur dent á týdningin av at vera realistiskur og halda fokus á læringina heldur enn bert úrslitini. Tað er greitt, at mótstøðuliðini eru á einum hægri støði, bæði tá tað kemur til tekni og orku, og tí er týdningarmikið at vera nøgdur við tað arbeiðið, sum verður lagt í dystin.

Síðsti dysturin í bólkaspælinum er móti Hollandi – eitt lið, sum Eyðvør metir at vera tað besta í bólkinum. Tó verður tað ein spennandi avbjóðing, har føroyska liðið, aftur fær møguleika at royna seg og menna seg víðari.

Mest lisið hesa vikuna

Tað er meingsleyst at siga, at vit ikki hava ráð til Suðuroyartunnili

15. mai kl. 08:45

Roknivillur fyri milliardir

16. mai kl. 22:45

Sigmund bleiv álopin

12 tímar síðan

Vil fullføra sína útbúgving

18. mai kl. 15:00

Simon Cowell vildi hava Sissal við

17. mai kl. 12:53

Bryan Rice gevur Sissal 12 points

16. mai kl. 18:22