Ongi úrslit

Hitabylgjan í Spania slær hitamet.

Ógvusligur hiti er komin upp um 45 stig í summum støðum

© Completecare
Jóhanna Højgaard
24. august kl. 15:34

Seinasta hitabylgjan í Spania er tann heitasta sum nakrantíð er skrásett, sigur veðurstovan í landinum, AEMET, sambært AFP. 

Hitabylgjan hevur plágað landið í 16 dagar frá 3. til 18. august, og hevur yvirhálað hitametið, sum varð sett í 2022.

Miðalhitin hevur verið 4,6 stig hægri í summar. 

Ógvusligur hiti er komin upp um 45 stig í summum støðum.  Hitin verður hildin at hava elvt til fleiri enn 1.100 deyðsføll.

Men tað er væl at merkja í allarflestu førum, fólk sum t.d. hava hjartatrupulleikar,ella aðrar sjúkur frammanundan.

Enn eru føroyingar sum fara suðureftir á “seinkaða” summarferiu. So tað er altíð ráðiligt at halda seg til ráðini frá sponsku mynduleikunum um hvussu man ansar eftir sær og sínum í sólini.

Longu í mai byrjaði hitin so spakuliga at gera um seg, og sponsku myndugleikarnir boðaðu frá teirra trygdarráðnum, sum eru endurgivin í greinini:

ogvuliga-heitt-sunnanfyri

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47