Ongi úrslit

Hevur valt nýggja nevnd at verja okkara fornminni

Frá vinstru: Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum, Birgit á Heygum, advokatur og forkvinna í nevndini, Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum og Ósbjørn Jacobsen, arkitektur
Áki Bertholdsen
25. sepember kl. 16:00

Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, hevur nú valt nýggja Fornminnisnevnd

Endamálið hjá nevndini er at friða fornminni og bygningar. Tríggir limir eru í nevndini, ein lógarkønur, ein bygningskønur og stjórin á Tjóðsavninum, ið er fastur limur í nevndini. Limirnir í Fornminnisnevndini eru Birgit á Heygum, advokatur, forkvinna, Ósbjørn Jacobesen, arkitektur og Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum

Fornminnisnevndin ger tilmæli til landsstýrismannin um at friða bygningar og øki rundan um teir.

Eisini tekur Fornminnisnevndin støðu til, um friðað fornminni kunnu verða tikin úr friðing, eitt nú tá ætlanir eru um at byggja ella vegir ella og tunlar í økjum, har fornminni eru staðfest. 

– Tað er avgerandi, at vit hava skipanir, ið verja og varðveita okkara mentanararv, sigur Eirikur í Jákupsstovu í almennari viðmerking.

– Fornminni, og søguligir bygningar, eru ikki bara minnismerki um fortíðina, men tey eru eisini ein grundleggjandi partur av okkara samleika, sjálvsfatan og framtíðar menning.  

 –Arbeiðið hjá Fornminnisnevndini er eitt týðandi lið í at verja og varðveita fornfrøðiliga og bygningaliga mentanararvin, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum.

Fornminnisnevndin situr í fýra ár í senn.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10