Ongi úrslit

Hevur játtað seg sekan á átta innbrotum

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Mikudagin varð ein maður handtikin fyri innbrot. Løgreglan hevði sett hann í sambandi við fleiri innbrot, eitt nú í Rúsuna á Sandi hesa náttina. Har fekk hann tók einki við sær.

Men tilsamans hevur maðurin, sum er í tjúgunum, nú játtað seg sekan á átta innbrotum, tey allarflestu vóru ymsastaðni í Havn.

Hann breyt inn eftir pengum, og summa staðni fór hann kortini tómhentur av stað aftur.

Hesa náttina var eisini brotið inn í Effostøðina í Kollafjarðardali, men har noktar hann seg sekan.

Men løgreglan fer nú at kanna eftir um hann kann setast í samband við upp aftur fleiri innbrot.

Av tí at talan var um so nógv lógarbrot, varð maðurin førdur fyri rættin í gjár og har varð hann varðhaldsfongslaður til 30. desembur - og sostatt skal hann halda jól í Mjørkadali.

Hesa tíðina skal løgreglan so brúka til at kanna málini út í æsir so at hann verða førdur fyri rættin at fáa tann endaliga dómin.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Tað er mín skylda at gera mítt til at kvinnu fáa rættin til fría fosturtøku

2. desember kl. 10:35