Ongi úrslit

Hetta kann fáa avgerðand týdning fyri okkara rættindi at drepa grind

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Grindadráp er aldargamal siður, sum er neyvt skipaður í grindalógini. Og grindalógin er ein serlóg, sum gongu fram um aðra vanliga lóggavu, eisini lógina um djóravælferð.

Tað sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í veiðimálum.

Og tað sigur hann, nú sýslumaður og grindaformenn eru skuldsettir fyri at bróta lógina um djóravælferð í einum grindadrápi í Hvannasundi.

Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur spurt landsstýrimannin, hvørja støðu hann hevur til málið, har Sea Shepherd hevur meldað sýslumannin og grindaformenn fyri at bróta lógina um djóravælferð.

Rætturin at drepa grind, eins og arbeiðið hjá bæði sýslumonnum, grindaformonnum og grindamonnum, er skipað eftir grindalógini og tað er eisini vart av grindalógini, sigur Jóhan Christiansen.

Men kortini heldur hann, at løgreglan og ákæruvaldið fara at meta um málið og viga grindalógina upp móti lógini um djóravælferð fyri at gera av, um ákæra skal reisast.

Jóhan Christiansen sigur, at hóast løgfrøðingar meta, at grindalógin kemur fram um lógina um djóravælferð, kann rætturin kom til eina aðra niðurstøðu og seta grindalógina til viks til frama fyri lógini um djóravælferð.

– Ger ákæruvaldið av at fara víðari við málinum fæst greiða á, hvat er galdandi, sigur hann.

Hann sigur, at tað hann veit, er hetta fyrsta mál av hesum slagi yvirhøvur.

– Og hetta er eitt mál, sum hevur avgerandi týdning fyri rætt okkara at gagnnýta okkara náttúrugivna tilfeingi, leggur hann afturat.

– Skuldi rætturin komið til ta niðurstøðu, at løgtingslóg um djóravælferð gongur fram um grindalóggávuna, eigur at verða umhugsað at broyta løgtingslóg um djóravælferð soleiðis, at tað greitt verður ásett, at hon ikki er galdandi fyri grindadráp, sigur Jóhan Christiansen.

Mest lisið hesa vikuna

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Suðuroyartunnilin – dirvi ella fíggjarligt óvarsemi?

22. november kl. 21:56

Sethúsaprísirnir eru framvegis á veg til Himmals

24. november kl. 12:47