Ongi úrslit

Hetta er ein stórur dagur fyri allar Føroyar

Stjórin í stórhøllini við Tjarnir er væl nøgdur og spentur, nú høllin í dag er handað grunninum og kann takast í nýtslu

Jonhard Hammer
15. februar kl. 12:17

Í dag er stórhøllin við Tjarnir handað grunninum við Tjarnir. Formliga yvirtøkan var klokkan 10 í morgun, og tá vórðu røður hildnar. Fram til klokkan 17 í dag er opið hús við Tjarnir, og tá eru fólk vælkomin inn á gólvið at síggja nýggju høllina.

Regin Dalsgaard, stjóri í høllini við Tjarnir, er sera fegin um, at høllin nú er liðug, og at hon kann takast í nýtslu til ítrótt, konsertir og annað. 

– Um vit standa saman ber alt til. Tað eru bara 13 mánar siðani, vit byrjaðu at stoypa fundamentið. So ein kann ikki siga annað, enn at byggiarbeiðið hevur gingið sera væl. Articon og hinir undirveitarnir hava gjørt eitt sera gott arbeiði, sigur Regin Dalsgaard.

– Tað hevur verið lagt liv og sál i hesa byggjiverkætlanina. Og øll tey, sum hava arbeitt her, hava rós uppiborið. Hetta hevði als ikki borið til, um øll ikki stóðu so væl saman um verkætlanina, sigur hann. 

– Eg fegnist um, at vit kunnu lata hurðanar upp fyri almenninginum. Hetta er ein stórur dagur fyri allar Føroyar. Og eg vænti at nógv fólk fer at koma á gott í dag, sigur Regin Dalsgaard. 

Hann er sera spentur uppá framtiðina hjá Tjarnir. Longu nú eru fleiri spennandi tiltøk lýst, og nógv eru á veg. 

– Eg kann ikki vera annað enn stoltur av, at atgongumerkini til honbóltslandsdystin vóru seld so skjótt. Og vónandi fara vit at fáa nógv góð úrslit á okkara tjóðarleikvølli við Tjarnir, sigur Regin Dalsgaard.

Mest lisið hesa vikuna

Eg vil við hesum koma við eini umbering

17 tímar síðan

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Tóku koyrikortið frá gomlum bilførara

Í gjár kl. 07:42

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40