Ongi úrslit

Hetta er avtalubrot í samgonguni

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 17:30

Vit fóru til val upp á at stytt arbeiðsvikuna og at gera tíðina á arbeiðsmarknaðinum, betri. Og tað skulu vit á mál við.

Tað gjørdi Ingilín Didriksen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, greitt í Løgtinginum í dag.

Samgongan - ella ein partur av henni - hava arbeitt við at stytta arbeiðsvikuna niður í 37 tímar, soleiðis sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, lovaðu í valstríðnum.

Ingilín Didriksen Strøm sigur, at í hesum sambandi fóru tey undir trípartasamráðingarnar ímillum Landsstýrið, arbeiðsgevararnar og fakfeløgini við tí endamáli at stytta arbeiðsvikuna.

Hon sigur, at tað varð gjørt við grundarlagi í samgonguskjalinum, sum Javnaðarflokurin, Tjóðveldi, og Framsókn hava skrivað undir.

Í samgonguskjalinum stendur: »Arbeiðsvikan verður stytt niður í 37 tímar. Trípartasamráðingar verða tiknar upp um at stytta arbeiðsvikuna við einum tíma annaðhvørt ár, til hon er komin niður á 37 tímar. Arbeiðsvikan verður skipað við lóg«.

Men arbeiðið steðgaði í hálvum gekki og tað var tí, at tey fingu ikki undirtøku í samgonguni fyri at halda fram við arbeiðnum.

Og nú hevur løgmaður staðfest, at tað er ikki undirtøka í samgonguni fyri at stytta arbeiðsvikuna við lóg.  

Tí fóru tey ongantíð undir veruligar samráðingar um at stytta arbeiðsvikuna, sigur løgtingskvinnan.

Hon dugir ikki at síggja tað øðrvísi , enn at tað er avtalubrot at kasta handklæði í ringin.

– Tí vænti eg - eg gangi simpulthen út frá - at mann kemur við eini loysn upp á at stytta arbeiðsvikina, gjørdi Ingilín Didriksen, greitt í Løgtinginum í dag.

– Vit skulu betra um tíðina á arbeiðsmarknaðinum og tíðin er komin til at geva fólki betri tíð til annað enn arbeiði, leggur hon afturat. 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

Í gjár kl. 10:30

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

Í gjár kl. 16:27

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02