Ongi úrslit

Hesir byrja ímóti San Marino

Fyri triðju ferð síðani Føroyar fingu altjóða limaskap, skal føroyska A-landsliðið við monnum royna seg ímóti San Marino

fsf.fo/Hans Erik Danielsen
3 tímar síðan

– Tað skal eingin ivi vera um, at vit fara eftir sigrinum. Soleiðis segði Atli Gregersen í samrøðu við FSF Varpið í gjár.

Og nú er greitt, hvørjir teir fyrstu ellivu verða, ið Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, og Atli Gregersen, hjálparvenjari, senda á vøllin frá byrjan, og sum skulu elta ein føroyskan sigur í venjingardystinum ímóti San Marino.

Mattias Lamhauge verður í mál, og verjuna manna Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Viljormur Davidsen, ið eisini er liðskipari, og Martin Agnarsson. Á miðvøllinum frá byrjan vera Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Jákup Biskopstø Andreasen og Hanus Sørensen, og fremstur verður Petur Knudsen.

Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Bjarti Vitalis Mørk, Arnbjørn Svensson, Heini Vatnsdal, Jann Julin Benjaminsen, Ási Dam, Noah Hans Mneney, Emil Weihe Joensen, Poul Kallsberg, Páll Andrasson Klettskarð, Patrik Johannesen og Jørgen Nielsen.

Venjingardysturin millum San Marino og Føroyar verður bríkslaður í gongd klokkan 14:00, og verður vístur beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

 

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

Í gjár kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

Í gjár kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59

Oljan er ikki, og má ikki, verða framtíðin

Í gjár kl. 17:01