Ongi úrslit

Hesi seinastu árini eru 50 føroysk og ung send á stovn í Danmark

Áki Bertholdsen
29. sepember kl. 11:50

Tað er ringt at fáa fullfíggjað tøl fyri, hvussu nógv føroysk børn og ung eru send til Danmarkar á stovn, tí vit ikki høvdu nøktandi tilboð til tey í Føroyum.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barnamálum.

Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu nógv børn eru send av landinum hesi seinastu árini.

Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru fleiri orsøkir til at tað er so ringt at fáa tey nágreiniligu tølini.

Ein orsøk eru tekniskir trupulleikar, men ein onnur orsøk er, at málið hevur skift ímillum ymsar myndugleikar, so einki fullfíggjað yvirlit er.

Men tølini skulu eisini takast við einum ávísum fyrivarni, tí talan kann vera um børn, sum eru í Danmark á stovni tvørtur um nýggjár, og sostatt eru tey við í tølunum fyri tvey ár.

Djóni Nolsøe Joensen sigur, at Almannaverkið hevur upplýst, at í nítíarunum, ímeðan vit høvdu kommunalar barnaverndir varð einki barn sent á stovn uttanlands, tí at vit ikki høvdu nøktandi tilboð til tey her heima.

Annars hevur Almannaverkið bara tøl fyri hesi seinastu 20 árini, frá 2006 til í dag. Og hesi árini eru 50 børn send á stovn í Danmark.

Okkurt árið hevur talan verið um 10 børn. Harumframt varð avgerð tikin um at senda eitt barn afturat á stovn uttanlands, men har barnið kortini ikki fór nakran veg.

Børnini, sum eru send av lendinum hesi seinastu árini, hava verið ímillum 11 og 17 ár.

Røddir hava verið frammi um at kanna málið, um hví hesi børn eru send av landinum, og hvussu umstøðurnar annars hava verið.

Men Djóni Nolsøe Joensen sigur, at eingin ítøkilig ætlan er um at seta eina slíka kanning í verk.

Spurningurin hevur tó verið frammi í sambandi við eina meiri umfatandi kanning av teimum, sum eru send av landinum í sambandi við viðgerð og uppihald í Danmark, sum heild.

Landsstýrið umhugsar at fara undir eina slíka kanning, men tað fer at krevja, at peningur verður settur av til endamálið, sigur landsstýrismaðurin.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14