Ongi úrslit

Hesi níggju uppskotini verða viðgjørd á Ungdómstinginum 2026

© Snar
Løgtingið
23. januar kl. 16:35

Tíðarásett tunnilsgjald

Tiltøk at minka um royking

Koyrikort til 17 ára gomul

Bíligari menstruatiónsvørur

Suðuroyartunnil

Lækka aldursmarkið til kommunuval

Hámark fyri pensjónsaldur

Aldursmark fyri nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum og

Økt játtan til SSP-samstarvið.

Hesi eru tey níggju uppskotini, sum verða viðgjørd á Ungdómstinginum 2026, sum

verður í døgunum 3. og 4. februar. Inn komu 28 ymisk uppskot.

Sjey skúlar luttaka til hetta 10. Ungdómstingið. Harav fleiri flokkar úr onkrum av

skúlunum. Luttakandi skúlarnir eru Sandoyar meginskúli, Runavíkar kommunuskúli,

Skúlin á Skúlatrøð, Tvøroyrar skúli, Skúlin á Fløtum, Skúlin við Løgmannabreyt og

Sørvágs skúli.

Skúlarnir hava fingið boð um, hvørji uppskot skulu viðgerast, og nú skulu teir 32

næmingarnir, sum manna Ungdómstingið, býtast út á tær tríggjar nevndirnar, sum

fara at viðgera uppskotini: Mentanarnevndin, Trivnaðarnevndin og Rættarnevndin.

Tá uppskotini eru klár, verða tey løgd út á ungdómssíðu Løgtingsins, so næmingar,

lærarar og onnur áhugaði kunnu seta seg inn í uppskotini.

Á ungdómssíðu Løgtingsins ber eisini til at síggja orðaskifti, uppskot og annað frá

undanfarnum Ungdómstingum.

Sí ungdómssíðu Løgtingsins her: https://ung.logting.fo

Mest lisið hesa vikuna

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

5. februar kl. 14:59

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43

Sigur seg úr starvinum eftir avdúking

3. februar kl. 17:00

Tað er rein satanisma

Í gjár kl. 21:00

Fór á Landssjúkrahúsið eftir ógvusligt ferðsluóhapp

5. februar kl. 07:44

Loysnir, ikki fíggindamyndir

4. februar kl. 16:14