Vit vuksu upp í sama grannalagi, gingu báðir í Eysturskúlanum, báðir vóru á tí famøsa norrøna eftirskúlanum og vit arbeiddu eisini saman í Føroyahúsinum í Keypmannahavn. Vit endaðu enntá báðir í Frihedsbrevet, har vit skuldu tosa um Norrøna Eftirskúlan. So vit hava altíð mælt eitt sindur um beinini hjá hvørjum øðrum.
HEIMIÐ EISINI HAVT ÁVIRKAN
Seinastu dagarnir er tað spakuliga gingið upp fyri mær, hvussu stóra ávirkan Jógvan, og heimið hjá honum faktiskt hevur havt á meg.
Valborg var mín roknilærari og lærari í matgerð.
Bergur vísti mær, at mann saktans kundi brúka niðasta e streingin á einum guitara til at skera ost.
Ragnar vísti mær eisini nógv. Hann vísti mær, hvussu mann gjørdi ein franskan hotdog – langt áðrenn franskir hotdogs vóru eitt ting! Ein langur knívur, eitt X í pylsubreyðið, smekka pylsuna í – og voilà!
Sama var við Hot Shot – Har var Ragnar eisini frammanfyri sína tíð. Hann knústi ein pakka av Tyrkisk Peber við einum hamari og koyrdi tað í eina trakt, so alt endaði í einari vodkafløsku. Og eina løtu seinni hevði tú skrivað søgu fyri øll tey, sum hata smakkin av spritti.
NÓGV HEIM OG NÓGVAR UPPLIVINGAR
Eg minnist væl barnaárini. Jógvan flutti nógv runt, og eg havi vitjað hann í minst fýra ymiskum barndómsheimum. Í Tórsbyrgi, í Tvøroyri, í gulu húsunum hjá Alis beint við revagarðin og húsini beint við Eysturskúlan.
Og tað var beint við Eysturskúlan, at vit fingu okkum okkara fyrstu kenning. Haldi, at vit høvdu stolið brennivín frá foreldrunum og blandaðu tað við onkrum djúsi, meðan Guns N’ Roses og Metallica koyrdi í kamarinum. Lagið bleiv bara betri og betri, og saman lótu vit hurðina upp fyri kenningini. Vit fingu eina góða løtu saman, og vit blivu ikki uppdagaðir av foreldrunum. Akkurát fyri.
Har byrjaðu vit eisini at spæla el-guitar í kjallaranum. Hvørgin av okkum hevði peiling av, hvussu mann spældi guitar, men tað sá øgiliga kul út við einum guitara um hálsin. Akkurát sum Slash, Kirk Hammet og co. Tíbetur lærdi Bergur okkum nøkur Nirvana-løg, og seinni byrjaðu vit eisini at taka tónleik upp har.
Og tá tú búði í teimum gulu húsunum hjá Alis, seldi tú mær ein spanskan guitar, sum tú átti. Tann guitarin gjørdi, at eg fór at skriva egin løg – og sum seinni varð grundarlagið fyri Steso. Ja, tú hevur faktiskt ávirkað bæði Makrel, Rasmus og meg við tí guitarinum. Rasmus spurdi meg fleiri ferðir, um hann kundi keypa hann, tí hann altíð fann uppá feit riff við honum. Men eg segði ongin kjansur. Og í dag er guitarin brotin, tí Flóvin kom til at seta seg á hann. Lívið.
Men favorittsøgan er frá húsinum í Tórsbyrgi. Har fingu vit tann geniala idéin: Vit teknaðu alt gólvið á aðru hædd við blýanti. Súll var jú næstbest aftaná gull, so vit hildu okkum gera Valborg – eina kempitænastu við at pimpa gólvið og økja virðið á húsunum. Tað tók eina øld at tekna alt gólvið súll! Og tá vit endiliga stoltir vístu henni okkara meistaraverk, bleiv hon svøk! Vit skiltu onki – gólvið hevði ongantíð verið so flott fyrr, og virðið á húsinum var í minsta lagi fordoblað.
Seinni flutti tú til Keypmannahavnar, og vit mistu sambandið eina tíð. Men so byrjaðu vit at arbeiða saman í Føroyingahúsinum. Og seinni tá eg flutti eg heim, so kom tú eisini nøkur ár seinni. Tá hevði eg fingið pápabúk, og tú ølbúk. Men hvørja ferð vit møttust, tosaðu vit akkurát sum vanligt. Mann visti altíð, hvar mann hevði hvønnannan. Og seinast tað hendi, var til barnadópin hjá dótturini, har vit skuldu leggja eina matplan – og sum altíð vart tú klárur at hjálpa. Og í dag standa fólk í kø fyri at hjálpa tær og syrgja fyri góðum tónleiki, mati og selskapi. Alt fyri at tú skalt minnast og heiðrast fyri tann serliga personin, tú vart fyri okkum øll.
Jógvan. Eg tók teg fyri givið. Eg tók okkara vinarlag fyri givið. Men lívið og vinfólk skulu ongantíð takast fyri givið.
Verið góð við hvønn annan.
Skál fyri Jógvan