Ongi úrslit

Her er arbeiðsloysið minst - og her er tað nógv størst

Áki Bertholdsen
25. august kl. 09:20

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis søguliga lágt. Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.

Uppgerðin vísir, at fyrsta juli var arbeiðsloysið eitt prosent, og tað er 0,1 prosentstig lægri enn tað var fyri einum ári síðani.

Í hesum sambandi er tað talið á fulltíðararbeiðsleysum, sum verður talt saman. Tað merkir, at eru tvey fólk arbeiðsleys í ein hálvan mánað í part, er tað eitt fulltíðararbeiðsleyst fólk.

Men tað merkir so eisini, at talið á teimum, sum í roynd og veru eru arbeiðsleys, er ofta hægri enn talið á fulltíðarbeiðsleysum.

Í juli vóru sostatt 311 fulltíðararbeiðsleysir fólk í Føroyum, og tað eru 41 fólk færri enn juli í fjør. Men hinvegin eru tað 356 fólk, sum eru arbeiðsleys og eisini tað talið er lækkað, tí tað eru 32 fólk færri enn fyri einum árið síðani.

Fyri nøkrum árum síðani vóru tað aloftast fleiri kvinnur, sum vóru arbeiðsleysar enn tað vóru menn. Men tann gongdin er vend, tí tað eru fleiri menn, sum eru arbeiðsleysir enn tað eru kvinnur.

Í juli vóru 133 kvinnur arbeiðsleysar, sum eru 42 færri enn fyri einum ári síðani. Men tað merkir, at tað eru 118 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur og tað er 0,8 prosent av teimum, sum eru arbeiðsleys.

Hetta er 0,3 prosentstig lægri enn í juli í fjør. 

Hinvegin vóru 223 arbeiðsleysir menn í juli og tað eru 10 menn fleiri enn í juli í fjør. Arbeiðsloysið hjá monnum er 1,2 prosent og tað merkir, at tað eru 193 fulltíðararbeiðsleysir menn.

Hetta er 0,1 prosentstig hægri enn fyri einum ári síðani.

Uppgerðin hjá Hagstovuni vísir eisini, at tað er stórur munur á, hvussu tey ymsu økini í landinum eru rakt av arbeiðsloysi.

Í juli var arbeiðsloysið minst í Norðoyggjum, har tað var 0,6 prosent. Tað er 0,3 prosentstig lægri enn juli í fjør.

Hinvegin er arbeiðsloysið nógv størst í Suðuroynni har tað er 2,5 prosent, og tað er tað sama sum fyri einum ári síðani.

Sí talvuna niðan fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

20. oktober kl. 10:30

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

19. oktober kl. 09:36

Sissal fer at biðja sær farloyvi

19. oktober kl. 14:35

Heini í Skorini virðisløn fyri bestu donsku røðu í 2025

Í gjár kl. 10:25

Hava ikki funnið gerningsmannin enn

16. oktober kl. 07:45