Ongi úrslit

Helgi er einasti landsliðsspælarin í Føroyum

17 av teimum 18, sum hava fingið landsliðsboð at vera við í EM endaspælinum í januar, umboða útlendsk feløg

Jonhard Hammer
15 tímar síðan

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen, hava úttikið hesar 18 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í hondbólti í januar, sum verður leikt í Danmark, Noreg og Svøríki.

Føroyska liðið fer í innleiðandi umfarinum at spæla í Oslo.

Merkisvert er tað, at allir teir føroysku spælararnir umboða útlendsk feløg. Undantakið er Helgi Hildarson Hoydal, sum er aftur í barndómsfelagnum H71, eftir at hann fyrr í ár flutti úr Norra aftur til Føroya.

Málverjar:

Pauli Jacobsen, HC København (DEN)

Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar Handball St. Gallen (SUI)

Bakkar:

Tróndur Mikkelsen, HF Karlskrona (SWE)

Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)

Óli Mittún, GOG (DEN)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)

Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)

Vilhelm Poulsen, TSV Hannover-Burgdorf (GER)

Kjartan Johansen, Elitesport Vendsyssel (DEN)

Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)

Vengur:

Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)

Leivur Mortensen, HC København (DEN)

Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)

Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikur:

Teis Horn Rasmussen, Ribe-Esbjerg HH (DEN)

Pætur Mikkjalsson, Team Sydhavsøerne (DEN)

Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)

Helgi Hildarson Hoydal, H71 (FAR)

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið savnast til venjingar tann 3. januar í Havn og er saman fram til EM-endaspælið. Føroyar spæla venjingardystir móti Italia við Tjarnir fríggjadagin 9. januar kl. 19.00 og sunnudagin 11. januar kl. 17.00. Atgongumerki til hesar dystirnar kunnu keypast á tjarnir.fo.

Mikudagin 14. jan. ferðast liðið til Oslo, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Fríggjadagin 16. jan. kl. 19.30 Føroyar-Sveis

Sunnudagain 18. jan. kl. 17.00 Montenegro-Føroyar

Týsdagin 20. jan. kl. 19.30 Slovenia-Føroyar

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57