Ongi úrslit

Heilsaðu uppá Kong Charles

Ein slíkan dag kann eg heldur ikki lata vera við at hugsa um øll tey, sum frá byrjan hava arbeitt fyri JFK

Teir báðir Hanus Hansen og Regin Jacobsen uttan fyri Windsor Castle í dag ávegis til audiens við Kong Charles III
JFK
3 tímar síðan

– Sólskinssøgan um Gadus er nú rokkin allan vegin inn í ensku kongshúsini. 

Mánadagin 17. november var nevniliga settur av til kunningarfund av hægsta kalibur, tá Hansara Hátign Charles Kongur III hitti nakrar útvaldar gestir á Windsor Castle, teirra millum stjóran á JFK í Klaksvík.

Í oktober mánaði fekk Hanus Hansen persónliga innbjóðing frá SMI (Sustainable Markets Initiative) til serliga kunningarfundin undir heitinum “Fisheries and Oceans”. Í dag var løtan so komin, har Charles kongur, sum hevur stóran áhuga fyri umhvørvisvernd og burðardygd, hevði sett stívliga tveir tímar av at hoyra frá fyritøkum og oddivitum innan fiski- og sjóvinnu, sum hava gjørt vart við seg, tá tað snýr seg um burðardygd, stovnsrøkt og minkandi CO2 útlát.

 Øll veiðan til mannaføði

Gadus er tann fyrsti trolarin í Føroyum, har 100% av veiðini fer til mannaføði; tað veri seg flak, fóður, lýsi og proteinir.

Nógv orka er løgd í at byggja trolaran so umhvørvisvinarliga sum gjørligt, har dentur eisini er lagdur á at minka um CO2 útlat. So her var nógv at práta um.

Sum er í slíkum førum, so var fundurin privatur, og tað verður ikki refererað frá samráðum av hesum slag. Hanus Hansen viðgongur tó, at løtan var serlig.

 Hanus Hansen: ”Stór løta”

– Hetta var ein stór løta fyri JFK, og eisini meg persónliga, tað má eg viðganga. At vera boðin til audiens sum ein av 20 útvaldum er ein heiður, sum vit í JFK ikki taka fyri givið.

– Ein slíkan dag kann eg heldur ikki lata vera við at hugsa um øll tey, sum frá byrjan hava arbeitt fyri JFK, og tey mongu sum framvegis arbeiða við fullum hugi fyri at gera ein mun. Hetta var ein stór løta fyri okkum øll, og eitt greitt tekin um, at strembanin eftir at betra okkum – og við Gadusi at tora at fara eftir tí besta av tí besta – hevur vunnið endurljóð heilt inn í ensku kongshúsini.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00