Ongi úrslit

Heiðrikur í Garði Mortensen vart ph.d. á Aarhus Universitet

Ritgerðin snýr seg í stuttum um sambandið ímillum basaltháslættar og fornar veðurlagsbroytingar

Vegleiðaratoymið frá vinstru: Thomas Ulrich, Christian Tegner, Heiðrikur í Garði Mortensen, Sofie Lindström og Stéphane Bodin (Hamed Sanei og Rasmus Andreasen mangla). Privat mynd
gransking.fo
23. oktober kl. 18:30

Fríggjadagin 3. oktober vardi Heiðrikur í Garði Mortensen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet.

Í stuttum snýr ritgerðin seg um sambandið ímillum basaltháslættar og fornar veðurlagsbroytingar. Ritgerðin kallast: “Platinum-group elements as a proxy for large igneous province volcanism and weathering”. 

Heiðrikur hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Institut for Geoscience á Aarhus Universitet

Christian Tegner, professari, hevur verið høvuðsvegleiðari. Hjávegleiðarar hava verið: Stéphane Bodin, Rasmus Andreasen, Sofie Lindström, Hamed Sanei og Thomas Ulrich

Í metingarnevndini vóru:

Wolfgang Maier, professari, Cardiff University
Stephen P. Hesselbo, professari, University of Exeter
James Scott, lektari, Aarhus Universitet, forfólk

Verkætlanin varð fíggjað av DFF – Danmarks Frie Forskningsfond

Samandráttur
Jarðfrøðiliga søgan á jørðini er merkt av fleiri tíðarskeiðum, har veðurlagið er broytt ógvuliga skjótt og har stórir partar av lívinum er horvið. Í hesari ritgerð varð kannað, hvat drívur slíkar hendingar, við at granska broytingar í jarðevnafrøðini í fyrrverandi havbotnssedimentum. Hesar broytingar kunnu siga nakað um, nær tey stóru eldgosini hava verið virkin og hvørja ávirkan tað hevur havt fyri umhvørvi. Hetta kann geva okkum eina betri fatan av, hvussu skjótt jarðfrøðiligar broytingar hava ávirkað lív og veðurlag í fortíðini, og kann eisini læra okkum um náttúru- og veðurlagsbroytingar, sum herja í dag.

Fyrsta greinin frá ph.d.-verkætlanini varð almannakunngjørd í farnu viku og kann lesast her

Sí akademiska vangan hjá Heiðriki Mortensen her

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Alt selt eftir ein minutt

Í gjár kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Ctrl+Alt+Del: Ein nýggj byrjan

27. november kl. 17:00