Heglingur á stødd við borðtennisbóltar hevur rakt Suðurfrakland.
Ógvusligt ælaveður við stórum heglingi, rakti deil av sunnara parti av Fraklandi, seinnapartin mánadagin.
Meteo-France, sum er franska veðurtænastan, hevði givið út veðurávaring í Midi-Pyrenees og Aquitaine-økjunum um torustorm og vatnflóð.
Sunnan fyri Toulouse tóku íbúgvarnir video av hvussu heglingurin, royv greinar av trøðunum. Heglingur í Fraklandi
Økið við torustormi, sum var atvoldin til umleið 13.000 snarljós, fekk eisini munandi avfall. 83,5 mm av regni innan 24 tímar.
Fyribils er boðað frá, at ein persónur er deyður og ein annar er saknaður.