Ongi úrslit

HB hevur keypt nýggjan miðvallara

Heini F. Sørensen er nú aftur í barndómsfelagnum

Jóannes Hansen
28. januar kl. 21:47

Hurðin gongur títt í HB húsinum. Fyrr í dag varð kunngjørt, at felagið hevur keypt nýggjan málverja, og í kvøld eru tíðindini, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við miðvallara.

Meðan málverjin er úr Lettlandi og ikki kendur í føroyskum fótbólti, so er nýggi miðvallarin ikki ókendur í HB.

Talan er um 21 ára gamla Heina Fossdalsá Sørensen, sum nógvu tey seinastu árini hevur roynt seg í donskum fótbólti. Nú er hann aftur í HB, sum er barndómsfelagið.

Eftir at hava spælt ungdómsfótbólt í FC Midtjylland, flutti hann á heysti í 2023 til Thisted FC, og nú er hann aftur í HB, sum hann í síni tíð spældi ungdómsfótbólt í.

Heini hevur spælt 12 dystir á U-21 landsliðnum og 10 dystir á U-19 landsliðnum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26