Ongi úrslit

Havnin verður miðdepil fyri norðurlendska palllist í tríggjar dagar

Við einum nýggjum palllistarfestivali savnar Norðurlandahúsið norðurlendsk listafólk og onnur í palllistarvinnuni og gevur Føroyum eina týðandi støðu í norðurlendska palllistarumhvørvinum. VERK – Nordic Stage Days verður í døgunum 2.-4. oktobur.

© Gunn Hernes. Myndatakari: Jens Kristian Vang
Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
8. sepember kl. 12:00

Breið skrá

Áskoðarar kunnu gleða seg til sera ymiskar sýningar úr Íslandi, Føroyum, Noregi/Sápmi og Svøríki, tá ið VERK – Nordic Stage Days fer av bakkastokki. Á skránni verður sjónleikur, dansur og onnur palllist. Evnini fevna um søguligar hendingar, staðbundnar frásagnir og tabu-evni sum skiftisárini, samleikarannsakan og tað, at hoyra til. Festivalurin verður í Norðurlandahúsinum, men sýningar verða eisini á Tjóðpallinum, í OY og á Glasi.

 

Ein nýggjur norðurlendskur samkomustaður

Endamálið við festivalinum er bæði at styrkja føroysku palllistina í norðurlendskum høpi og at geva almenninginum møguleika at uppliva norðurlendska palllist í Føroyum.

 

“Med denne festivalen blir Færøyene en markant medspiller i det nordiske scenekunstfeltet”, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum.

“VERK – Nordic Stage Days blir en ny nordisk møteplass, der scenekunstfolk kan bygge nettverk og nye samarbeid kan oppstå. Samtidig får publikum muligheten til store kunstneriske opplevelser på Færøyene. Vi gleder oss veldig!”

 

Skráin fyri VERK – Nordic Stage Days liggur á nlh.fo. Umframt sýningarnar hevur festivalurin eina serstaka skrá fyri fólk innan palllistarvinnuna við samrøðum, netverksfundum og vitanarútbýting tvørtur um Norðurlond.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

14 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

8 tímar síðan