Ongi úrslit

Hávar við kokain í blóðinum

Blóðpróvar vera tiknir av hávum á Bahamasoyggjunum
Jóhanna Højgaard
11 tímar síðan

Vísindafólk hava funnið koffein og kokain í blóðinum á hávum í havinum runt Bahamasoyggjarnar.

Ein bólkur av vísindafólkum hevur greinað blóðroyndir frá 85 hávum í økinum og funnið spor av koffeini, pínustillandi og øðrum rúsevnum í 28 av teimum, skrivar Science News. Ein hávur var eisini kannaður positivur fyri kokain.

Hávarnir bíta í ting fyri at kanna, hvat tað er, og kunnu tí enda við at verða útsettir fyri rúsevnunum, stendur í fráboðanini.

-Men tað er mest tí, at fólk fara har sum hávarnir eru, kavara og onnur sum pissa í sjógvin, ella stoyta kloakkvatn úr bátum teirra á sjógv, sigur Natascha Wosnick, lívfrøðingur á háskúlanum í Paraná í Brasil.

Dálkaða blóðið hjá ymisku sløgunum, eitt nú sokallaðu Karibiskum Skervhávum, avdúkar skaðan, sum menniskju hava gjørt á havumhvørvið.

-Vit tosa um eina sera fjarskotna oyggj á Bahamaoyggjunum, sigur Wosnick. Hon er partur av einum toymi, sum hevur greinað dálkandi evni í hávum í Karibia og Brasil.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01