Á The Design and Packaging Masters 2025, sum er ein røð av virðismiklum altjóða kappingum um brennivín, vín o.s.fr. var ein føroyskur vinnari hesaferð.
Tað var flotta fløskan, við innihaldi, hjá Fair Isles Distillery - Subsea Vodka, sum væl uppiborið vann heiðurin.
Fløskan er sniðgivin eftir ekspressivu tekningunum hjá dugnaligu heimskendu song- og fjøllistakvinnuni Eivør Pállsdóttir.
- Hettar hevur verið ein so spennandi verkætlan at vera partur av og heldur øðrvísi enn tað eg vanliga fáist við. Tí gleddi tað meg at frætta at fløskan hevur vunnið gull.
Samstarvið við Fair Isles Distillery hevur verið bæði stuttligt og gevandi. Teir ganga sera høgt uppí góðsku á øllum økjum, bæði innihald og úttrykk, og tað er altíð stuttligt at arbeiða saman við eldsálum.
So eg eri sera errin av at hava verið við til at skapa hesa fløskuna, sigur Eivør við Dimmalætting.
Subsea Vodka fer at koma út á fleiri nýggjum marknaðum í 2026 boðar Fair Isle frá á Facebook.