Ongi úrslit

Hava vit ráð at taka feil?

Hergeir Staksberg
15. desember kl. 14:53

Vit byrja ikki við tunnlinum.

Vit byrja við rokningini.

Vit tosa um eitt projekt fyri 5–10 milliardir krónur. Í einum landi, har pengarnir ikki eru óendaligir. Vit tosa um Føroyar. Eitt land, har búskapurin longu koyrir við fullari ferð, arbeiðsloysið er metlágt, skattatrýstið er høgt... og landskassin alíkavæl hevur eitt árligt hall á hundraðtals milliónir krónur.

Og tá má mann spyrja spurningin: Hava vit ráð til at taka feil?

 Tá timingin er skeiv til stórar íløgur

Flest allir politikarar tosa um Suðuroyartunnilin sum hann longu er avgreiddur.

Sum eina sjálvfylgju.

Sum eina lívsnerv.

Sum nakað, ið má gerast her og nú.

Og tað eigur at aktivera nógvar reyðar lampur.

Søgan vísir nemliga eitt rættiliga greitt mynstur, at lond og ríkir byggja stór monumentir, áðrenn teirra fall. Tær stóru og dýru avgerðirnar verða ofta tiknar, tá alt longu gongur væl, og sjálvsálitið er í topp.

Tá er rættiliga vanligt at hugsa:

“Sjálvandi klára vit hetta!”

“Hetta er eitt must.”

“Hesa ferð er tað øðrvísi.”

Hetta fyribrigdið hevur faktiskt eitt navn: monumental overconfidence.

Tað er trúgvin upp á, at akkurát henda avgerðin er so serlig, at vanlig sunn fornuft, royndir og lærdómur kunnu setast til viks.

Problemið er bara, at búskapur tekur ikki atlit til vónir, trúgv ella kenslur. Hann reagerar bara upp á tøl.

Og nú hugsar tú sikkurt...

Og nú hugsar tú sikkurt:

“Men hetta snýr seg um Suðuroynna. Um rættvísi, samhaldsfesti og framtíð.”

Og ja, tað passar.

Og akkurát tí eigur kravið um haldgóð búskaparlig prógv at vera hægri, ikki lægri.

Rættvísi byggir ikki á vónir, ella at politikkarar skunda mál ígjøgnum, men á avgerðir, sum eisini halda í 10, 20 og 30 ár fram í tíðina.

Og nú hugsar tú kanska:

“Um vit ikki gera tað nú, verður tað bara dýrari seinni.”

Jú, tað passar, at prísurin kann hækka. Men tað er bara helvtin av søguni.

Ein skeiv avgerð, sum er tikin á skeivum tíðspunkti, er altíð nógv dýrari enn at bíða eftir rætta tíðspunktinum. Við at skunda eina 5-10 milliarda íløgu ígjøgnum í hákonjunkturi, við metlágum arbeiðsloysi, høgum skattatrýsti, lágari keypiorku og halli í landskassanum, kunnu vit gera dagligdagin nógv tyngri hjá tær og mær, tá tíðirnar aftur venda.

Og nú hugsar tú kanska eisini:

“Men hetta er ein íløga í framtíðina. Hetta er ikki bara ein útreiðsla.”

Men ein íløga er bara ein íløga, um hon skapar varandi virði, sum stendur mát við kostnaðin, renturnar og alt tað, vit velja frá.

Uttan greiðar, óheftar cost-benefit-greiningar er onki garanti fyri, at hetta er ein íløga. Í løtuni er talan um eina vón. Og ein vón er eitt veikt grundarlag fyri at taka størstu búskaparligu avgerðina í føroyskari søgu á.

Hví er hetta býtt beint nú?

Ein risastór almenn íløga er eyka farlig, tá hon verður sett í gongd í eini tíð við:

- hákonjunkturi

- metlágum arbeiðsloysi

- høgum skattatrýsti

- lágari keypiorku

- og stórum árligum halli hjá landskassanum

Tá búskapurin longu koyrir við fullum blussi, arbeiðsmarknaðurin manglar fólk, og fyritøkur kappast um arbeiðsmegi, ger ein stór almenn íløga trý ting í senn:

- Hon yvirhitar búskapin.

- Hon trýstir prísir og lønir upp.

- Og hon brúkar pengar, sum skulu sparast upp til ringari tíðir.

Við metlágum arbeiðsloysi er tað ikki arbeiðsloysi, sum er trupulleikin. Tað er mangulin uppá fólk. Og tá staturin fer út og setur eina 5-10 milliarda verkætlan í gongd, verður arbeiðsmegi tikin frá privatum vinnulívi og almennum tænastum, sum longu eru undir trýsti.

Ein lítil búskapur hevur onki trygdarnet

5-10 milliardir krónur er eitt ógvusligt tal í føroyskum høpi. Serliga, tá vit hugsa um, at:

- Vit hava fáar útflutningsvørur.

- Vit í stóran eru bundin av fiskivinnuni, sum er rættiliga óstabil.

- Og vit hava ein búskap, sum ikki tolir stórar feilmetingar.

 Í Føroyum kunnu vit ikki bara siga:

“Vit prøva bara. Tað gongur nokk.

Tí um vit taka feil, so er tað ikki bara teori. Tað er veruleiki.

Og líkamikið, um tað gongur illa ella væl, so merkir tað eisini færri pengar til

- vælferðina

- heilsuverkið

- útbúgvingar

- og færri pengar at standa í móti við, tá næsta kreppa rakar

Tá politisk timing eisini spælir ein leiklut

Eitt er, at suðuroyingar hava nógv flest umboð í tinginum í mun til fólkatalið, og tí tora hvørki suðuroyingar ella floksfelagar at seta kritiskar spurningar. Politikkarar liva jú av atkvøðum, og ein kritisk rødd kann bæði skapa ófrið í flokkinum og slíta samgongur.

Eitt annað er, at :

- avgerðin verður tikin so seint í einum valskeiði.

- Málið liggur hjá sjálvum løgmanni.

- Og flokkurin hjá honum klárar seg ótrúliga illa í veljarakanningum.

Hyggja vit í bakspeglið, so sigur søgan, at stórar, symboltungar avgerðir ofta verða tiknar, tá tíðin er við at renna frá teimum fólkavaldu. Og tørvur er á at vísa handlikraft og rætning.

Tað sigur um so onki um ætlanina. Men tað økir um vandan fyri, at politisk telving fær hægri raðfesting enn búskaparlig sunn fornuft.

Tí mugu vit seta okkum hendan spurningin

Vit hava onki konkret boð uppá, hvussu tunnilin skal fíggjast. Vit vita ikki, hvussu støðan er við laksi, makreli og fiskivinnu um 30 ár. Vit skulu eisini fíggja fleiri aðrar tunnlar, eitt kampus á eina milliard, eitt tjóðleikús á 650 milliónir, eitt tjóðsavn á 350 milliónir, flestu flokkarnir vilja loysa, og har missa vit eina milliard um árið afturat... og nógv annað.

Leggja vit alt hetta saman, so mugu vit eisini seta spurningin: Hava Føroyar ráð til at taka so stóran búskaparligan váða beint nú, uttan at hava greið prógv fyri, at tað loysir seg?

Vit skylda okkum sjálvum at fáa svar uppá tann spurningin.

Og vit skylda serliga okkara eftirkomarum, sum skulu rinda rokningina eftirfylgjandi at fáa eitt greitt svar.

 

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Minningarorð: Kristina 1961-2025

Í gjár kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02