Hava vit lært síðan Rødbygaard?
Tað er yvirskriftin tá Javni tann 26. november klokkan 19.00 bjóðar til eitt áhugavert tiltak í Smæruni um institutiónina á Lollandi.
Mynd: Jens Kristian Vang/MEGD
Tað fer at snúgva seg um tìðina tá menningartarnaðir føroyingar búðu har, og tá tey komu heimaftur.
Ragnhild Dahl, sum hevur starvast á staðnum, verður tann sum fer at greiða okkum frá hesum.
Kom og hoyr um hesa serligu søgu – og um menningina fram til nútíðina, skrivar Javni á Facebook.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin!