Í ár eru tað 60 ár síðani Anesty International í Føroyum varð sett á stovn, og tað ætla tey at gera nógv burtur úr hetta vikuskiftið og í hesum sambandu verður bæði sofaprát, verkstovur, framløgur, bókaprát, filmssýning og føðingardagshald við røðum, tónleiki, skemti, og øðrum.
Tiltøkini eru almenn og tey eru miðsavnað í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu.
Tað var Roland Thomsen, sáli, sum tók stig til at seta eina føroyska deild av felagsskapinum á stovn. Hetta var einans fýra ár eftir, at Amnesty International varð sett á stovn. Føroyska deildin er tí ein av elstu deildunum hjá felagsskapinum.
Fyrst var ein fyribilsnevnd sett, og á altjóða mannarættindadegnum, sum er 10 desembur, varð stovnandi aðalfundurin hildin, og í nevndina vórðu vald Palle Burla, Marius Johannesen, Fraser Eysturoy, Maud Heinesen og Roland, sum gjørdist fyrsti formaður felagsins.
Maud Heinesen tók yvir sum forkvinna seinni á nevndarárinum, men Roland sat í nevndini í fleiri ár.
Hesi 60 árini er felagsskapurin broyttur nógv; frá at hava arbeitt við viðurskiftum uttan fyri landoddarnar arbeiðir Amnesty í Føroyum nú eisini við mannarættindamálum her heima.
Og frá at bara arbeiða við samvitskufangum og píning, arbeiða tey nú eisini við øllum mannarættindunum, sum eru staðfest í Yvirlýsingini um mannarættindi hjá ST.
Í sambandi við hátíðarhaldið fara tey at vísa filmin, No Other Land, í Perluni klokkan 19 í kvøld.
Filmurin vann eina oscarvirðisløn og er ein heimildarfilmur um harðliga veruleikan hjá íbúgvunum í Masafer Yatta, sum er eitt øki í sunnara parti av Vestara Áarbakka við 12 bygdum.
– Filmurin gevur eitt erligt og skakandi innlit í, hvussu ísraelska hersetingin og búsetingarnar ávirka gerandisdagin, lívið og tilverugrundarlagið hjá íbúgvunum í Masafer Yatta, sigur Amnesty.
Í morgin verður lagt fyri longu á miðdegi, klokkan 12 við verkstova í Perluni undir heitinum, frá hugskoti til veruleika. Tað eru Amnesty Ung, sum skipar fyri verkstovu fyri ungum.
Tað er ókeypis og er ætlað øllum ungum - bæði einstaklingum og felagsskapum fyri ung.
Klokkan 14 verður framløga og samrøða í Reinsarínum um rættindi hjá upprunafólki og har fer Aili Keskitalo, sum er sámi úr Norðurnorra, og fyrrverandi forseti í norska sámatinginum, at leggja fram.
Og klokkan 16 verður aftur verkstova í Perluni um fosturtøkulógina og har fara Amnesty, Frítt Val og Kvinnufelagið í Havn, at leggja fram.
Í hesum sambandi heita tey á øll, sum vilja vera við í stríðnum at fáa strika gomlu lógina frá 1956, um at møta upp.
Tey hava eisini bókaprát har Rakel Helmsdal og Marna Jacobsen fara at umrøða, hvussu vit menniskju kunnu nærkast hvørjum øðrum tvørturum mál, átrúnað, sannføring og húðarlit.
Um kvøldið skipar Reyði Krossur fyri tiltaki við søgum um burturrikin, har tey seta sjóneykuna á flóttafólk, og á teirra fløkta veruleika, tá tey eru noydd at flýggja. Ljós verður varpað á mannarættindini, sum eru í váða, og mótstøðuførið hjá teimum sum eru flýdd. Reyði Krossur skipar fyri.
Og tey hava eisini sofaprát um arbeiðið á neyðtøkuøkinum.
– Fyri 10 árum síðani setti Amnesty neyðtøkur á breddan og nú líta aftur á, hvørji mál vit settu okkum tá, og hvat er komið burturúr, sigur Amnesty.
Tey siga eisini, at tað er neyðtøkutilbúgvingin á Landssjúkrahúsinum, sum skipa fyri og somuleiðis fara tey at viðgera haturstalu, og hvørjar avleiðingar tað hevur við sær.
Somuleiðis fara tey at viðgera málið um løgfrøðiligt kynsskifti.
Og so enda tey dagin í Perluni við tónleiki, skemti, upplestri, røðum, og har tey fagna limunum í Amnesty.
Í sambandi við føðingardagin hava tey eisini ein ynskilista, sum sæst niðan fyri.