Hundar livdu saman við menniskjum 5000 ár áðrenn higartil hildi, skrivar The New York Times.
Tað er ein nýggj DNA-kanning av leivdum sum vóru funnar í Turkalandi, sum er almannakunngjørd í tíðarritinum Nature. Hon staðfestir at hundar vóru til staðar í fornsteinøldini, og vísir at hundar og veiðimenn livdu saman fyri 15.800 árum síðani. Hundarnir vóru tá skiftir millum ymiskar fólkabólkar runt í Evropa.
Leivdirnar vístu eisini at hundarnir vóru jarðaðir á sama hátt sum menniskju. Tað kann týða uppá at menniskju og hundar longu tær vóru tætt knýtt saman.
