Ongi úrslit

Hava latið nýggja jólakafé upp á Tvøroyri

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Hvørt mansbarn í Suðuroy mann kennast við handilin hjá Gigekarl mitt á Tvøroyri. Tað var har mann kundi fara og fáa alt ímillum himmal og jørð. Ikki minst seldu tey leikutoy, og søgur vilja vera við, at pinkubørn á Tvøroyri dugdu at siga Gigekarl áðrenn tey dugdu at siga mamma...

Nú hevur handilin verið stongdur í nøkur ár, men nú tey á Tvøroyri gera rættiliga nógv burtur úr jólunum, vóru tað nøkur sum hildu, at tað var spell at eingin kafe var á Tvøroyri, har fólk kundu leypa inn á gólvið at bukka beinini og fáa ein góðar kaffimunn.

Tí tók áhugafelagið hjá TB stig til at lata jólakafé upp í handlinum hjá Gigekarl. Har hava tey sett borð upp og pyntað og har kunnu støkka inn at hvíla seg eina løtu. Har fæst kaffi, te vafflur, mandlurís við mandlugávu, poppkorn, ísar, og ymsar drekkivørur, og annað, til børnini.

Har er opið í dag og í morgin, til klokkan 19 í dag og til klokkan 20 í morgin. Men so verður latið upp aftur fríggjadagin og tað verður opið hvønn dag til 22. desembur frá klokkan14 - 20.

Ein av stigtakarunum, Páll Nolsøe, sigur, at sum nakað heilt forvitnisligt hava tey fingið børn í barnagarðinum og barnaskúlanum í Trongisvági, at tekna tekningar, sum eru hongdar upp í kaffistovuni, so har er avtakklað við barnatekningum.

– Vit tóku hetta stigið, tí vit hildu, at tað var spell, at eingin kafé var á Tvøroyri, sigur hann. Hann sigur, at endamálið er ikki at tjena pengar, men fyri at hugna um í býnum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14