Ongi úrslit

Hava ikki ávarað um at hetta er heilsuskaðiligt fyri pinkubørn

Pinkubørn eiga ikki at fáa hunang - og størri børn eiga ikki at fáa ov nógv av hunangi

Áki Bertholdsen
21 tímar síðan

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti tveimum sløgum av hunangi, sum hevur verið at fáa í føroyskum handlum.

Talan er um hunang av merkinum, Beeliz.

Orsøkin til ávaringina er, at tað verður ikki ávarað á gløsunum um, at pinkubørn undir eitt ár eiga ikki at fáa hunang.

Men annars er einki galið við hunanginum, so tað er eingin grund til at koyra hann í skrell, tað er bara at ansa eftir, ikki at geva børnum undir eitt ár av honum.

Talan er um hesi bæði sløgini av hunangi:

BEELIZ Honning Cremet 250g
Best fyri: 19/12-2026

EAN-strikukota 3088541018910

 

BEELIZ Honning Flydende 250g

Best fyri: 19/12-2026

EAN-strikukota: 3088541018903

Pinkubørn eiga ikki at fáa hunang, tí tað kann vera lívshættisligt fyri tey.

Tað kunnu nevniliga vera bakteriur í hunangi, sum kann elva til lívshættisliga eiturevnið, sum elvir til boutulismu hjá pinkubørnum, ið liva av móðurmjólk, ella aðari mjólk.

Pinkubarna-boutulisma er er álvarsligt hjá pinkubørnum, men fáa børn ikki hunang, er eingin vandi á ferð.

Hesar bakteriurnar í hunangi eru ikki heilsuskaðiligar fyri børn yvir eitt ár, og fyri vaksin, so tey kunnu fáa hunang - men danska matvørueftirlitið mælir kortini frá, at børn yvir eitt ár fáa stórar nøgdir av hunangi.

Tað hendur seg nevniliga eisini, at nátúrliga eiturevni, PA, er í hunangi og tað kann elva til livraskaða.

Orsøkin til, at tað kann vera í hunangi, er, at býflugur seta seg á plantur við PA og tí kann tað verða í øllum sløgum av hunangi, eisini vistfrøðiligum hunangi.

Tí verður mælt frá at børn ikki fáa ov nógv av hunangi, men tað er kortini einki í vegin fyri, at hunangur er ein partur av kostinum hjá børnum yvir eitt ár.

Mest lisið hesa vikuna

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

20 tímar síðan

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14