Ongi úrslit

Hava handað krøvini - úrslitið verður eisini avgerðandi fyri øll hini

Åartarnir hittust á tí fyrsta fundinum í gjár. Arbeiðsgevararnir sita vinstrumegin og arbeiðarafeløgini høgrumegin. Myndin er frá Vinnuhúsinum
Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Á midnátt hóskvøldið 30. apríl, fer sáttmálin ímillum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, úr gildi.

Og sjøtul er nú sett á samráðingarnar um ein nýggjan sáttmála. Tað hendi í gjár tá ið arbeiðarafeløgini og Arbeiðsgevarafelagið hittust á tí fyrsta fundinum. Har handaðu partarnir hvørjum øðrum krøvini tey hava til ein nýggjan sáttmála.

Sostatt er gongd komin í sáttmálasamráðingarnar ímillum Arbeiðsgevarafelagið og tey fimm arbeiðarafeløgini, sum samráðast saman.

Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Næsti samráðingarfundur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini verður mikudagin 8. apríl.

Arbeiðsgevararnir vísa á, at samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu samráðingarnar í hesum nýggja samráðingarumfarinum.

Annars skal Føroya Arbeiðsgevarafelag samráðist um 40 sáttmálar á privata arbeiðsmarknaðinum við eini 20 fakfeløg.

Men sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini er tað størsta sáttmálaøkið, og tær fyrstu samráðingarnar, og úrslitið av teimum verður avgerandi fyri allar hinar samráðingarnar.

Vinnuhúsið sigur, at tað verður nevniliga hesin sáttmálin við arbeiðarafeløgini, sum leggur støðið undir øllum sáttmálunum í runduni, sigur Vinnuhúsið í morgun.

Sostatt verður tað lønarhækkingin, arbeiðarafeløgini fáa, sum verður avgerðandi fyri, hvussu stóra lønarhækking, øll hini fara at fáa,.

Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, hevur áður boðað frá, at ein trivalig lønarhøkking verður eitt høvuðskrav hesa ferð.

Tað er tað tí at prísirnir eru nógv hækkaðir, men lønin hevur als ikki fylgt við og tí er keypiorkan munandi verri nú, enn hon hevur verið.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34